Fjaravritan

Tryggja tínar virðismiklu dátur við Fjaravritan
 

 

Hvat er Fjaravritan?
 

Fjaravritan - eisini nevnd Remote Backup - er ein trygg og effektiv back-up tænasta, sum Føroya Tele veitir kundum gjøgnum netið fyri eitt fast mánaðargjald. Við fjaravritan verða tínar virðismiklu dátur sjálvvirkandi sendar til dátugoymsluna hjá Føroya Tele, har tær eru vardar móti vandum frá eitt nú eldi, virus og svikaligari tøkni.
 
 


  
 

Hvørjar fyrimunir gevur Fjaravritan? 

Umframt at tryggja tínar dátur gevur Fjaravritan nógvar aðrar fyrimunir. Hon er útreiðslusparandi, tí tú sleppur frá at keypa, viðlíkahalda og dagføra tína egnu trygdarútgerð - hon er praktisk, tí við sjálvvirkandi tænastuni sleppur tú frá at minnast til at taka trygdaravrit - hon er fræls, tí tú gert av, hvørjar dátur verða sendar til dátugoymsluna - hon er tryggjandi, tí tú slepppur frá ivanum um, hvørt tínar dátur eru nóg væl goymdar, og við on-line tænastuni kanst tú altíð endurskapa tær, um tú missir ella goymir út yvir tær - og hon er fyri øll, tí hon er ikki knýtt at ávísum sløgum av teldum ella servarum. 
  
 
 

Hvussu trygg er Fjaravritan?

Fjaravritan er hátrygg. Hon er undir sera strongum eftirliti frá Føroya Tele, og áðrenn tínar dátur verða sendar til dátugoymsluna, verða tær krypteraðar og fáa eina kodu, sum bara tú kennir. Eingin kann tí lesa dáturnar uttan tú. Heldur ikki Føroya Tele kann lesa tær.
 
Sjálv dátugoymslan er eisini ógvuliga trygg. Servararnir standa í eldtryggum rúmi, ið hevur stuldursávaring, neyðstreymsútbúnað og luftkølingarútbúnað. Strangt elektroniskt eftirlit er eisini við goymsluni 24 tímar um samdøgrið, 365 dagar um árið.
 

 

Vilt tú hava nærri kunning um Fjaravritan, so set teg í samband við tín kundaráðgeva - Trýst her, ella fyll út oyðiblaðið í høgru síðu.